
Ársfrágreiðingar í søguna
Ársfrágreiðingar fóru í søguna longu langt síðani
Sambært § 7 í reglugerðini fyri Posteftirlitið, ið landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm kom við í 2002, skal eftirlitið á hvørjum ári, í seinasta lagi 1. apríl leggja fyri landsstýrisfólki frágreiðing um virksemi stovnsins og gongdina á postmarknaðinum í farna árinum, fyrstu ferð í ár 2003.
Nú er longu langt síðani, at síðsta frágreiðingin var latin, í 2013. At eingin frágreiðing er latin, er ikki forsømilsi, men sambært avtalu millum landsstýrismannin og Posteftirlitið.
Av tí, at postvirksemi er munandi broytt, avgjørdi landsstýrisfólki, at tað ikki er neyðugt við árligum frágreiðingum longur, men heldur ad hoc kunning. Onkur kundi kanska hóskandi spurt, hví reglugerðin ikki er broytt tilsvarandi, og ja, tað kundi hon kanska, men av tí, at landsstýrisfólki hevur heimild at broyta reglugerðina, hevur landsstýrisfólki eisini heimild at avtala annað.