1f202fec-e51e-4266-b9b6-8ca667053c39.jpg
15.03.2010

Posteftirlitið fær nýtt búmerki og nýggja heimasíðu

Saman við hinum eftirlitinum, hevur Posteftirlitið hevur fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu.

Búmerkið
Nýggja búmerkið hjá teim fýra eftirlitunum tekur útgangsstøðið í tríkantinum og talinum 3:

1: Eftirlitini, vinnan og politikararnir
2: Eftirlit, vitan og tænasta
3: Seriøst, álitisvekjandi og týðiligt samskifti

Breiði botnurin í tríkantinum ímyndar fundamentið, kanningarbeiði og vitan. Síðurnar súmbolisera vitanardeiling, ráðgeving og fakliga førleikan. Meðan spíssurin súmboliserar sjálvstøðu, óheftni og myndugleika.

Visuelt ímynda teir 3 tríkantarnir eisini fjøll.

Blái liturin ímyndar vinnuna. Myrki ljósareyði liturin er ein signallitur og ímyndar eftitlitini. Grønt ímyndar politikararnar.

Myrki tríkanturin í miðjuni, sum er úrslit av teimum trimum tríkantunum tilsamans, er kjarnin og ímyndar føroyska tilfeingið.

Transparenta umskaringin ímyndar symbiosuna og samstarvið, sum er millum eftirlitini, vinnuna og politikararnar í Føroyum.

Skriftsniðið er sermerkt. Nøvnini eru býtt í tvey, so tey verða lesivinarlig og eyðkend. Fyrra helvtin (navnið á eftirlitinum) er skrivað við skriftini Zetta Serif, sum er ein sermerkt skrift við markantum plátuseriffum. Hon lýsir av sjálvstøðu og stabiliteti.

Seinna helvtin av navnatrekkinum (eftirlitið) hava Sansir teknað serstakt til eftirlitini. Skriftsniðið hevur støði í Zetta Serif, men er meira bleytt og vinarligt uttan føtur. Sniðið útstrálar styrki og mynduleika. Skriftsniðið er sermerkt. Tað hevur eina sterka og ranka útstráling, er seriøst og stendur væl til búmerkið.

Sansir hava sniðgivið nýggja búmerkið til eftirlitini.

Heimasíða
Eftirlitini hava eisini fingið nýggja heimasíðu, sum er bygd á heimasíðuskipanina Sansir.net.