Vinnukærunevndin
Avgerðir, sum Posteftirlitið hevur tikið eftir løgtingslóg um postvirksemi ella reglum, settum við heimild í lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk kunnleika til avgerð Posteftirlitsins.
Møguligar kærur kunnu sendast til:
Vinnukærunevndin
Undir Hornabakka
Postboks 45
FO-110 Tórshavn
T-postur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo
Heimasíða: www.kaerustovnur.fo
Kærast skal skrivliga eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggjast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna.
Kostnaðurin fyri eina kæruviðgerð er 4.000,- kr. Viðvíkur kæran viðurskifti, ið ikki hava samband við tað aktuella ella framtíðar vinnuvirksemi hjá viðkomandi, ið kærir, er kostnaðurin 2.000,- kr.
Niðanfyri er leinkja til ávíkavist løgtingslóg og kunngerð um Vinnukærunevnd
17 frá 08/05/2009