Skráseting

Sambært § 20, stk. 1 í postvirksemislógini hava øll postvinnurekandi skyldu at lata seg skráseta hjá Posteftirlitinum. T.e. at einhvør sum veitir reglubundna tænastu, sum fevnir um innsavning, skiljing, flutning og útflýgging av posti upp til 20. kg. er fevndur av lógini um postvirksemi.

Dømi uppá fyritøkur, ið skulu skrásetast:

  • Kurérpostfyritøkur og taksafyritøkur, ið hava postvirksemi.
  • Speditørar og líkandi, ið føra lutir undir 20 kg. og sum ikki er partur av einum vørupartíið o.l.
  • Postflutningur av adresseraðum príslistum, bóklingum, bløðum og øðrum prentaðum sendingum, líkar til innihalds, og sum eru í glærum bjálva -

Hesar fyritøkurnar skulu ikki skrásetast:

  • Fyritøkur, ið bera út egna sendingar.
  • Fyritøkur, ið bera út ikki-adresseraðan post.
  • Undirveitarar fyri aðrar fyritøkur, ið eiga at verða skrásettar.

Postvirksemislógin setur krøv til postvinnurekandi á økjum, ið eru sera týdningarmikil fyri tey, ið nýta teirra tænastur. Reglurnar seta m.a. krøv til:

Tá fyritøka er skrásett í listanum yvir postvinnurekandi, inniber tað, at virksemi kemur undir formligt eftirlit hjá Posteftirlitinum. At verða skrásettur sum postvinnurekandi inniber eitt slag av góðskutrygging yvirfyri viðskiftafólkunum. Tað er eitt greitt tekin um at fyritøkan vil virða rættindini hjá viðskiftafólkum.

Skrásetingin er alment tilgongilig fyri marknaðinum. Upplýsingar um, hvør er skrásettur í listanum yvir postvinnurekandi er alment tilgongiligur. Listi yvir skrásett postvinnurekandi.

Skrásetingarskjal við vegleiðing til postvinnurekandi