Um okkum
Posteftirlitið hevur eftirlit við postvinnurekandi, ið hava fingið konsesisón sambært postvirksemislógini. Tað er einans Posta, ið hevur konsessión til postvirksemi. Í konsessiónini eru m.a ásettar treytir og skyldur til postfluting, at tænastur skulu veitast kring alt landið, prísásetingarviðurskifti, roknskaparlig sundurskiling, kæruviðgerð v.m.
Í postvirksemislógini er hugtakið postvirksemi víkað munandi í mun til áður galdandi lóggávu á økinum, ið bara snúi seg um Postverk Føroya. Lógin skipar eisini viðurskiftini hjá privatum postvinnurekandi og er ásett at hesar fyritøkurnar skulu skrásetast hjá Posteftirlitinum.
Orsøkin fyri skrásetingarskylduni fyri postvinnurekandi er m.a. at í grundlógini er áseting um postloynd, t.v.s. at postur ikki má verður latin upp av óviðkomandi.
Posteftirlitið er ráðgevi hjá Vinnumálaráðnum og miðfyrisitingini annars um viðurskfiti á postvirksemisøkinum. Aðrar uppgávur eru kæruviðgerð, kanningar og luttøka í norðurlendskum, europeiskum og altjóða postsamstarvi.